Rói var toppskjútti hjá Hallby

Hallby tapti á heimavølli

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin í Jönköping var móti Guif, ið vann dystin 25-23. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Rói var toppskjútti hjá Hallby við fimm málum. Hann legði eisini upp til tvey mál (assist).

 

Hallby hevur 21 stig og er í løtuni á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið.

 

Týskvøldið klokkan 18 verður føroyinga- og systkinabarnsuppgerð. Tá taka Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof móti Hallby í Partille.

 

Áðrenn tað, komandi hóskvøld klokkan 18 spælir Sävehof dyst á útivølli móti Skövde. Sävehof er nummar fimm í deildini við 23 stigum.