Sigrid Pedersen, sum býr í Steigen í Norðurnoregi, fekk ein hvøkk nú um dagarnar, tá postmaðurin kom við einum brævi til mann hennara. Í brævinum var ein rokning frá kommununi fyri rusksavning, men trupulleinin er, at maður Sigrid Pedersen doyði fyri 41 árum síðani. Við blaðið Nordland sigur hon, at øll árini hevur hon fingið rokning frá kommununi í sínum navni, og tí skilir hon ikki, hvussu kommunan nú brádliga brúkar navnið hjá manninum so mong ár aftan á deyða hansara. Blaðið skrivar ikki, hvat kommunan sigur.