Róku springararnar út aftur

Hóast nakrir springarar vóru í flokkinum, sum varð rikin á Kollafjørð, varð avgerð tikin um at lata teir fáa frið

Ein lítil flokkur av springarum var ímillum grindahvalirnar, sum vóru funnir í Tangafirði seinnapartin. Men avgerð bleiv tikin um ikki at taka springararnar við í drápið. 

 

Tað váttar Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri okkum. Hann tók avgerðina um hetta í samráð við grindaformenninar í økinum.

 

Tí blivu springararnir riknir út aftur. Nú sær tað út til, at teir eru endaðir í Hvalvík. Men teir fáa frið, tí ætlanin er ikki at halda teir til, fyrst og fremst tí har eru so fáir. Øsingin um springararnar seinastu vikuna eisini er ikki beinleiðis orsøk til avgerðina, sigur sýslumaðurin.

 

Annars gekk drápið í Kollafirði væl. Teir eru lidnir at drepa nú. 

 

– Fyrst fekk eg at vita, at har vóru einir 10-15 hval. Men nú hoyri eg, at tað eru einir 40. Eg haldi ikki, teir eru lidnir at hiva enn, sigur Finnbogi Midjord.