Rókur Jákupsson Jakobsen var seinasta sunnudag at síggja á skíggjanum hjá íslendsku Støð2, sum sendir Iceland got Talent.
Rókur framførdi Among Giants, sum er eitt lag, ið hann sjálvur hevr skrivað, og hetta gekk somikið væl, at hann varð sendur víðari í kappingini. Hann er nú triði føroyingurin, sum er komin víðari í kappingini í ár.
- Eftir øllum at døma hevði onkur teknað meg til kappingina. Eg fekk fleiri teldupostar, sum eg at byrja við helt vera spamm, men tað tóktist hampuliga seriøst, so eg setti meg at enda í samband við tey, sum høvdu sent, sigur Rókur um luttøkuna hjá sær.
- Tað vísti seg so, at hetta var heilt seriøst. Tey buðu sær til at flúgva meg til Íslands og syrgja fyri uppihaldi eitt vikuskifti, so eg kundi taka lut. Hetta fyrsta umfarið var ein audition upp á 90 sekund, so eg gjørdi bara av at taka av. Ein treyt var tó, at eg slapp at framføra míni egnu løg, og hesum gingu tey á møti, sigur Rókur, sum tó ásannar, at akkurát hetta slagi av framførslum ikki júst er tað, sum hann hevur hugsað allarmest um.
- Eg eri 35 ára gamal, so eg eri avgjørt ikki yngsti luttakarin. Og hetta er ikki akkurát mín stílur. Men tað gav mær so møguleika at framføra mín tónleik fyri 400 fólkum, sum annars ikki høvdu hoyrt meg, og so taka vit tað bara harfrá.
- Og so má eg leggja afturat, at tað er ótrúliga stuttligt at síggja øll, sum taka lut. Hetta er jú kapping, sum fevnir um so nógv annað enn sang, og tað er í nøkrum førum heilt fantastiskt at síggja alt tað, sum luttakararnir framføra, sigur Rókur.
Í fyrsta umfari er hann nú millum tey úti við 100, sum eru komin eitt fet víðari í kappingini. Komandi sunnukvøld verður gjørt av, hvør sleppur víðari til live-show partin.