Hetta vikuskiftið eru Østrøm og Mentanarhúsið karmur um eitt ógvuliga serstakt tiltak. Tá danski rommsmakkarin Ingvar "Rom" Thomsen skipar fyri rommsmakking.
Ingvar "Rom" Thomsen. Ingvar eigur og rekur felagið Rom Thomsen, ið skipar fyri romm- og whiskysmakkingum kring Danmark. Eins og hann ferðast runt og leitar eftir nýggjum smakki møguleikum.
Hann er somuleiðis ein av fyriskiparunum aftanfyri "Rom - & Whisky Festivalen" í Danmark.
Í kvøld fríggjakvøldið 7. Februar kl. 19.30 verður rommsmakkingin í Østrøm og leygarkvøldið 8. Februar kl. 19.30 verður rommsmakkingin í Mentanarhúsinum. 8 ymisk romm verða roynd hesi kvøldini, og talan er um romm, ið Ingvar hevur valt út sjálvur, og eisini kann nevnast at hesi sløgini ikki standa á hyllunum í Rúsuni. Tó kunnu vit vóna at hetta broytist skjótt eftir smakkingina.
Atgongumerki kunnu keypast á www.ebillett.fo, í Kunningarstovuni í havn og í Haraldsen og FK í Fuglafirði. Tað er sera avmarkað nøgd til smakkingarnar.