Romney missir og McCain vinnur

Kanningar benda ikki á, at Mike Huckabee, sum vann republikansku uppgerðina í Iowa, hevur stórvegis møguleikar at endurtaka sigurin í New Hampshire Í republikanska flokkinum í USA tykist tað vera púra opið, hvør skal avloysa Georege W. Bush, forseta, sum forsetavalevni, og hvør harvið skal royna á triðja valinum upp í slag at tryggja republikanska flokkinum týdningarmikla sessin í Hvítu húsunum.

Týsdagin verður uppstillingar val til amerikanska forsetavalið í New Hampshire. Spenningurin er stórur, hvussu tað fer at ganga í landnyrðingshorninum av USA, eftir at úrslitið í Iowa og harvið í einum av smáu norður miðstatunum, var øðrvísi, enn tað leingi varð roknað við, at tað skuldi fara at verða.

Ein veljarakanning í New Hampshire, sum var kunngjørd seinnapartin leygardagin, vísir, at í republikanska flokkinum er Arizona senatorurin John McCain best fyri at vinna í New Hampshire. 33 prosent av republikansku veljarunum siga seg stuðla honum.

Fyrrverandi guvernørurin í Massachusetts Mitt Romney er á øðrum plássi við 27 prosentum, og fyrrverandi borgarstjórin í New York, Rudy Giuliani er á triðja plássi við 14 prosentum.

Mike Huckabee, sum vann í Iowa fyrr í vikuni, fær sambært kanningini bara undirtøku frá 11 prosentum.

Millum republikanararnar í New Hampshire hevur gongdin, síðani úrslitið í Iowa var greitt, verið, verið, at John McCain og Mike Huckabee hava havt framgongd, meðan Mitt Romney, sum leingi var best umtókta valevnið millum republikanararnar í New Hampshire, hevur havt minkandi undirtøku.