Ronaldo bjargaði United

Manchester United sleppur at halda jól eitt stig aftanfyri Arsenal. Hetta gjørdist greitt í dag, tá ið verandi meistararnir fingu tey trý stigini í land í síðstu løtu, tá ið Everton var á vitjan.

Tað byrjaði sum tað skuldi hjá United, og eftir 22 minuttum legði Ronaldo teir á odda 1-0. Everton fall to ikki í fátt, og Tim Cahill fekk javnað bara fimm minuttir seinni.

Hóast góða mótstøðu fekk United sigurin í hús. Hetta hendi bara tveir minuttir fyri leiklok, tá ið Ronaldo setti eitt brotsspark í netið til endaliga úrslitið, 2-1.

Við teimum báðum málunum í dag hevur Ronaldo lagt seg ovast á topskoraralistan í Premier League, og kann nú halda jól saman við liðfeløgum sínum á einum 2. plássi, eitt stig aftanfyri Arsenal.