Ronaldo bjargaði aftur United

Champions League: Cristiano Ronaldo bleiv aftur sigursharri fyri Manchester United

Manchester United hevur tryggjað sær víðari luttøku í Champions League, eftir at felagið í dag vann 2-0 á útivølli móti spanska Villarreal. Málskjútti – Cristiano Ronaldo sjálvandi, áðrenn Jadon Sancho setti punktum.

 

Tað hevur verið nógv umrøða av Manchester United í hesum døgum, eftir at Ole Gunnar Solskjær og Manchester United valdu at gevast við samstarvinum. Hetta eftir fleiri vánalig úrslit.

 

Undir leiðslu av Michael Carrick vann Manchester United 2-0 á útivølli móti Villarreal. Heimaliðið hevði bóltin og møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru tað gestirnir, ið mundu vera omaná.

 

Leiðslu málið kom eitt lítið korter fyri tíð, tá uppspælið hjá Villarreal bleiv órógvað og bólturin endaði hjá Cristiano Ronaldo. Hann takkaði fyri og vendi sær móti málinum, og lyfti bóltin upp um málverjan og í mál. Beint fyri tíð økti Jadon Sancho til 2-0.

 

Ein dystur var eisini bólki E. Her vann Bayern Munchen 2-1 í Ukreina móti Dynamo Kiev. Robert Lewandowski og Kingsley Coman skoraðu málini.