Tað er spenningur í báðum 1/8 uppgerðunum, sum verða í Champions League í kvøld. Á Old Trafford eru øll eygu á Cristiano Ronaldo, tá Atletico Madrid kemur á vitjan, meðan tað er púra javnt millum Ajax og Benfica.
Manchester United (1)–(1) Atletico Madrid (20.00)
Spanska høvðusstaðarliðið var leikliga omaná í fyrru uppgerðini, men eitt mál frá 19 ára gamla svenskaranum, Anthony Elanga, ger at tað er púra javnt undan dystinum í kvøld.
Cristiano Ronaldo hevur í fleiri førum verið ljótur við Atletico Madrid. Serliga tá hann spældi fyri grannarnar úr Real Madrid, men eisini í Juventus-troyggjuni. Sunnudagin skoraði hann hattrik móti Tottenham og er stóra vónin hjá Manchester United í kvøld.
Sigur á Tottenham hevði nógv at siga, tí Manchester United bleiv spælt av vøllunum móti Manchester City vikuna áðrenn. Ralf Rangnick, venjari hjá Manchester United, leggur tó dent á, at gestirnir hesa ferð ikki leggja so nógv í at hava bóltin, og sigur at Manchester United má skorað fyrst.
Ajax (2)–(2) Benfica (20.00)
Tvey javnt sterk feløg, sum vanliga framleiða komandi heimsstjørnur. Okkurt bendir á, at bæði feløgini hava komandi stórspælarar á liðnum, men tey hava eisini spælarar, sum skulu gera mun nú.
Á heimaliðnum rennur Sebastien Haller, sum er toppskjútti í kappingini, meðan Benfica hevur Nicolás Otamendi og Jan Vertonghen í verjuni. Av talentunum kunnu nevnast Darwin Núñez hjá Benfica og Ryan Gravenberch hjá Ajax. Alt bendir á eina spennandi og javna seinnu 1/8 finalu í Amsterdam í kvøld.
Liverpool, Real Madrid, Manchester City og Bayern Munchen hava vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Lutakastið verður fríggjadagin.