Cristiano Ronaldo hevur fingið eina bót á góðar 150 túsund krónur, fyri at vísa óhøviskan atburð í samband við 3-0 sigur á Atletico Madrid, ið tryggjaði Juventus víðari luttøku. Sostatt fær Cristiano Ronaldo ikki leikbann, sum hevði gjørt at hann hevði sitið yvir móti Ajax í fjóðrigsfinaluni.
Les eisini: UEFA ákærir Ronaldo
Hendingin eftir dystin var eitt aftursvar til venjaran hjá Aletico Madrid, Diego Simeone. Eftir fyrru uppgerðina vísti hann eisini óhøviskan atburð, eftir at Atletico Madrid vann 2-0. Diego Simeone fekk eina bót fyri sín atburð. Nú svaraði Cristiano Ronaldo aftur, við at gera somu tekin, har rendi hendurnar niður móti miðjuni á ein hátt, sum UEFA ikki heldur er hóskandi.
Juventus skal møta Ajax í fjórðingsfinaluni. Hinar fjórðingsfinalurnar eru Tottenham-Manchester City, Manchester United – FC Barelona og Liverpool – FC Porto.