Real Madrid og Cristiano Ronaldo spældu í gjár 2-2 móti Villarreal í seinasta umfarinum í La Liga. Dysturin hevði ikki stórvegis týdning fyri liðini, um hugt verður eftir stigatalvuni, men tað kom væl við fyri Real Madrid, at Cristiano Ronaldo aftur er á vøllinum.
Hann bleiv skaddur í høgra fóti, tá FC Barcelona og Real Madrid spældu 2-2 í El Clasico fyri kortum. Síðani hevur hann verið nakað skaddur, men í gjár kom hann á máltalvuna aftur. Cristiano Ronaldo spældi í beint yvir ein tíma.
Ein annar spælari, sum er farin at gera um seg undan Champions League finaluni, er Gareth Bale. Hann skoraði eisini í gjár, men hóast Real Madrid var á odda 2-0, so endaði tað við 2-2 javnleiki. Ein gongd, sum lýsir landskappingina hjá Real Madrid væl. Kongafelagið er 14 stig aftanfyri FC Barcelona, sum spælir sín dyst í kvøld.
Hinvegin, so líkist høvðusstaðarfelagið sær sjálvum í Champions League. Liðið er komið í fjórðu finaluna upp á fimm ár. Champions League finalan verður um eina viku í Kiev í Ukreina, og er í móti Liverpool.