Svøríki hevur framvegis møguleika at spæla seg í HM endaspælið næsta summar. Men vegurin til Brasil er ikki so breiður í kvøld, sum hann var undan uppgerðini á útivølli ímóti Portugal.
Á heimavølli eydnaðist tað Portugal at vinna 1-0. Málið skoraði Ronaldo smáar tíggju minuttir undan leikloki. At tað ikki eydnaðist Svøríki at skora á útivølli hevur við sær, at dysturin í Svøríki týskvøldið verður torførur hjá svium.
Um tað eydnast Portugal at skora eitt mál, so verður brekkan hjá svium ógvuliga tung, tí so verður neyðugt hjá teimum at skjóta í hvussu so er trý mál.
Sviar stríddust manniliga, og í 1. hálvleiki vóru teir tvær ferðir tætt við at fáa mál. Eftir hvíldina øktist trýstið støðugt ímóti svenska málinum, har Andreas Isaksson var sannur brandur millum stólparnar. Portugisarnir vóru ógvuliga óneyvir í sínum royndum ímóti málinum, men at enda eydnaðist tað, tá ið Ronaldo eftir innlegg úr vinstru við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Síðani tað varð greitt, at Svøríki og Portugal skuldu dystast um eitt pláss í endaspælinum, hevur nógv verið gjørt burturúr, at Ronaldo ella Zlatan Ibrahimovic fara at síggja HM endaspælið í sjónvarpinum. Í kvøld var tað Ronaldo, sum vann innanhýsis uppgerðina. Men Zlatan og Svøríki eiga nýggjan møguleika týskvøldið, tá ið tað í størstan mun vera sviar og ikki portugisar, sum fara at sita kring vøllin og stuðla sínum monnum.