Atletico Madrid er saman við Benfica víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League saman við Bayern Munchen, Liverpool, Manchester City og Real Madrid. Manchester United og Ajax standa eftir við ongum.
Manchester United – Atletico Madrid 0-1 (1-2 samanlagt)
Fimm ferðir hevur Cristiano Ronaldo verið við til at sparka Atletico Madrid úr Champions League, men í gjár gekk ikki. Gestirnir úr Madrid vunnu 1-0 við máli, sum Renan Lodi skoraði stutt fyri hálvleik.
Heimaliðið hevði sín stóra møguleika í fyrra hálvleiki, og Jan Oblak hevði eina stórbjarging í seinna hálvleiki í málinum hjá Atletico Madrid, men nærri kom tað ikki. Gestirnir eru tiltiknir fyri at verja væl og brúka allar snildir, fyri at vinna. Tað fekk øði í heimaliðið.
Eftir dystin var venjarin hjá Manchester United, Ralf Rangnick, eisini argur um dómaran, ið kundi havt givið Manchester United fríspark, tá Atletico Madrid fór í skjótálop og skoraði.
Ajax – Benfica 0-1 (1-2 samanlagt)
Darwin Nunez er stóra hetjan hjá portugisiska Benfica, sum hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar. Hann átti stútarin, sum sendi Benfica á odda eftir 77 minuttir. Hann fekk høvdið á eitt frísparksinnlegg, har málverjin hjá Ajax fór skeivur av bóltinum.
Tað var annars heimaliðið, sum hevði leikliga yvirvág og mundi hava fleiri av málmøguleikunum. Benfica er nú í pottinum til lutakastið til fjórðingsfinalurnar saman við Real Madrid, Manchester City, Bayern Munchen, Liverpool og Atletico Madrid.