Fótbóltslegendan Cristiano Ronaldo kunngjørdi í gjár, á Facebook síðu síni, at hann júst er blivin pápi at tvíburum.
Óváttaði tíðindi frá portugiskari sjónvarpsrás siga, at tvíburarnir eru ein genta og ein drongur, og at tey eita Eva og Mateo.
Tá børnini vóru borin í heim, spældi Cristiano Ronaldo fyri Portugal í móti Kili í Russlandi.
- Eg tænti landsliðnum hóast bæði børn míni vóru borin í heim, skrivaði hann á portugiskiskum.
Hann legði afturat, at hann var glaðu um, at endiliga vera saman við børnunum fyri fyrstu ferð, og hann fór ikki at vera við til næsta dystin, sum Portugal spælir Sunnudagin í móti Týsklandi ella Meksiko.
Fótbóltsspælarin eigur frammanundan sjey ára gamla Cristiano Ronaldo Jnr.