Íslendingar stríddust manniliga á Laugardalsvøllinum í Reykjavík móti portugisisku favorittunum í EM-undankappingardystinum í bólki J.
Men best sum íslendingar hildu teir høvdu tryggjað sær eitt stig við einum 0-0 javnleiki skoraði Cristiano Ronaldo sítt landsliðsmál nummar 123 í sínum landsdysti nummar 200 fyri Portugal.
Íslendingar mettu Ronaldo vera rangstaddan, tá Rúben Dias stútaði bóltin fram til Ronaldo, ið setti hann í netið. Men aftaná drúgt VAR-tjekk var tað dømt mál, og so máttu íslendingar staðfesta eitt súrt tap 0-1 tap aftaná eitt ógvuliga heiðurligt avrik.
Í sama bólki vann Luksemborg 2-0 (1-0) á Bosnia á útivølli, ið enn einaferð prógvar stóra framburðin hjá Luksemborg.
Í Vaduz vann Slovakia á útivølli ein skallutan 1-0 (1-0) sigur á Liktinstein.
Portugal er oddalið við 12 stigum fyri fýra dystir. Slovakia er nummar tvey við 10 stigum, Luksemborg hevur sjey stig, Bosnia og Ísland hava trý stig hvør, og Liktinstein er aftast við ongum stigi.