Ronaldo tryggjaði Real Madrid sigur í grannauppgerðini

Cristiano Ronaldo skoraði hattrick í kvøld í útidystinum móti grannunum úr Atletico Madrid. Eitt dundur fríspark, eitt dundur skot uttanfyri brotsteigin og eitt brotsspark. Hann legði eisini upp til fjórða málið hjá Real Madrid í 4-1 sigrinum.

 

Barcelona hevur seinastu umførini í La Liga hálað inn á Real Madrid, sum eitt skifti var 12 stig fremst. Í gjár vann Barcelona 4-0 á Getafe, so frástøðan undan Madrid grannauppgerðina í kvøld var bara eitt stig.

 

Í yvir ein tíma var talan um ein spennandi og javnan dyst, men tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð var einki at ivast í. Real Madrid vann heili 4-1. Cristiano Ronaldo legði gestirnar úr Real Madrid á odd aftaná 25 minuttir, tá hann skoraði eitt av sínum sermerktu fríspørkum úr áleið 30 metrum.

 

Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Falcao fyri Atletico Madrid, tá hann stútaði einn innlegg í mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Cristiano Ronaldo Real Madrid á odd aftur, tá hann við enn einum av sínum sermerktu skotum snýtti Atletico Madrid málverjan.

 

Sjey minuttir fyri tíð skoraði Cristiano Ronaldo sítt triðja mál, tá hann umsetti eitt brotsspark til mál. Hann hevur nú skotið 40 mál í La Liga hetta kappingarárið. Tað er eitt fleiri enn Lionel Messi.

 

Løtu seinni legði hann upp til fjórða og seinasta málið hjá Real Madrid í kvøld. Málskorari var innskifti José Maria Callejón.

 

Real Madrid er nú aftur fýra stig frammanfyri Barcelona.