Cristiano Ronaldo er kanska heimsins best kendi fótbóltsspælari og hann er eftirhondini eisini vælkendur av føroysku verju á landsliðnum hjá monnum.
Tvær ferðir hava vit møtt Portugal og báðar ferðir er tað blivið til stórtap. 6-0 í á Tórsvølli og nú 5-1 niðri í Portugal.
Í 5-1 sigrinum fyrradagin, skoraði Cristiano Ronaldo trý mál. Við tí kom hann uppá 78 mál fyri Portugal. Tey 78 málini hevur hann fingið í 144 dystum. Av teimum eru fýra móti Føroyum.
Við málið nummar 78 fór Ronaldo uppum gomlu stjørnina Pelé í altjóða málum. Pelé skoraði tilsamans 77 mál í 91 dystum fyri sítt heimland Brasil.
Tað er tó eitt sindur eftir á mál hjá Ronaldo, um hann hevur ein dreym um at náa hægsta tindin í málum fyri land sítt. Hann er á einum deildum fimta plássi saman við Hussein Saeed úr Irak, ið spældi fyri land sítt frá 1977-1990. Hann fekk 78 mál í 137 dystum fyri Irak.
Á fjórða plássið er Godfrey Chitalu úr Simbabvi, ið fekk 79 mál í 108 dystum frá 1968-1980. Á triðja plássið er Kunishige Kamamoto úr Japan. Hann fekk 80 mál í 84 dystum í tíðarskeiðnum 1964-1977.
Maðurin á øðrum plássið er betur kendur. Kendi áleyparin úr Ungarn og Real Madrid, Ferenc Puskas, skoraði heili 84 mál í 89 landsdystum. Ovastur á listanum og harvið tann, ið hevur skorað flest altjóða mál, er Ali Daei úr Iran, ið skoraði 109 mál í 149 dystum.