Ronni var tvífaldur málskjútti við Margáir

Løgmanssteypið: Tað vóru nýggir spælarar í Vágum, sum skoraðu øll málini, tá ið 07 Vestur vann seg víðari í steypakappingini

Í landskappingini hevur EB/Streymur higartil staðið seg lutfalsliga væl. Støðutalvan sigur, at EB/Streymur eftir fimm umfør er á fjórða plássi við sjey stigum, og at 07 Vestur er á sjeynda plássi við fimm stigum.

 

Tá ið 07 Vestur 3. apríl var við Margáir, vann heimaliðið í fjórða umfari sannførandi 3-0 sigur.

 

Í dag vendi tað heilt øðrvísi. Í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið fór 07 Vestur av vøllinum við Margáir við 4-2 sigri – eftir longda leiktíð.

 

Verjuspælarin Árni G. Olsen legði heimaliðið á odda 1-0 í 20. minutti, men 12 minuttir seinni var tað nýggi danski spælarin Mathias Voss, sum javnaði og skoraði fyri fyrstu ferð í 07 Vestur troyggjuni.

 

Ein minutt undan steðginum var tað EB/Streyma miðvallarin Bogi Reinert-Petersen, sum skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann flutti úr Fuglafirði og til Margáir, og legði EB/Streym á odda 2-1.

 

Í vetur flutti Ronni Møller-Iversen úr EB/Streymi og vestur í 07 Vestur. Í dag átti hann stóran leiklut, tá ið 07 Vestur sendi EB/Streym úr steypakappingini.

 

Ronni Møller-Iversen umsetti brotsspark ti 2-2 tíggju minuttir eftir steðgin, og í evstu løtu í longdu leiktíðini staðfesti hann 4-2 sigurin.

 

Tá ið 07 Vestur dygst undan steðginum í longdu leiktíðini skoraði til 3-2, var Jaspar Van Der Heyden málskjútti. Hann flutti í vetur úr KÍ og vestur í Vágar, har hann hevur víst seg at vera sannur fongur, og aftur í dag var hann sera eyðsýndur.