Rooney: Manchester City ikki upp á tal

- Øll siga at eg hevði skift til Manchester City. Trúgv mær, um eg skifti so skifti eg ikki til eitt enskt felag, segði Wayne Rooney eftir dystin móti Rangers mikukvøldið.

Tað var vorið sum sjokk fyri fótbóltsheimin, tá Alex Ferguson í oktobur kunngjørdi, at Wayne Rooney ikki var sinnaður at skriva undir nýggjan sátmála og vildi vekk frá felagnum. Fáar dagar seinni hevði Wayne Rooney umbestemma seg og skrivaði undir ein nýggjan 5-ára sáttmála.

- Eg haldi eg havi sagt orsaka við viðhaldsfólkini, men øll siga, at eg ikki havi. Um tað er støðan, so sigi eg orsaka fyri meg, segði segði Wayne Rooney víðari.

Manchester United vann dystin á Ibrox 1-0 við máli frá júst Wayne Rooney upp á brotsspark.