Rooney stóð fyri avgerandi málinum

Manchester United vann 1-0 á Rangers. Wayne Rooney skeyt avgerandi brotssparkið, tá 10 minuttir restaðu í av seinna hálvleiki.

 

Við sigrinum hevur Manchester United staðfest, at teir vinna seg víðari úr bólkaspælinum.

 

Tað sama gjørdu Inter Milan og Tottenham, sum vunnu sínar dystir. Italsku meistararnir vunnu 1-0 á heimavølli á FC Twente, og Tottenham vann 3-0 á heimavølli á Werder Bremen.

 

FC Barcelona vann 3-0 á Panathinaikos, og tískil eru líkindini framvegis stór, at FC Keypmannahavn vinnur seg víðari úr bólkaspælinum.

 

Hapoel Tel Aviv stóð fyri mest óvæntaða úrslitini. Ísraelsku meistararnir vunnu 3-0 á Benfica.

 

Úrslitini í kvøld:

 

BÓLKUR A:

 

Inter Milan ? FC Twente 1-0 (0-0)

1-0: Esteban Cambiasso, 55.

 

Tottenham ? Werder Bremen 3-0 (2-0)

1-0: Younes Kaboul, 6.

2-0: Luka Modric, 45.

3-0: Peter Crouch, 79.

 

BÓLKUR B:

 

Hapoel Tel Aviv ? Benfica 3-0 (1-0)

1-0: Eran Zahavi, 24.

2-0: Douglas, 74.

3-0: Eran Zahavi, 90.

 

Schalke ? Lyon 3-0 (2-0)

1-0: Jefferson Farfan, 14.

2-0: Klaas-Jan Huntelaar, 20.

3-0: Klaas-Jan Huntelaar, 89.

 

BÓLKUR C:

 

Rangers ? Manchester United 0-1 (0-0)

0-1: Wayne Rooney, brotsspark, 79.

 

Valencia ? Bursaspor 6-1 (4-0)

1-0: Juan Manuel Mata, 17.

2-0: Roberto Soldado, 21.

3-0: Aritz Aduriz, 30.

4-0: Joaquin, 37.

5-0: Roberto Soldado, 55.

5-1: Pablo Batalla, 69.

6-1: Dominguez, 78.

 

BÓLKUR D:

 

Rubin Kazan ? FC Keypmannahavn 1-0 (1-0)

1-0: Christian Noboa, brotsspark, 45.

 

Panathinaikos ? Barcelona 0-3 (0-1)

0-1: Pedro Rodriguez, 27.

0-2: Lionel Messi, 63.

0-3: Pedro Rodriguez, 67.