Nógv bendir á, at fyrrverandi Manchester United-legendan og núverandi Everton-leikarin, Wayne Rooney, er á veg til USA at spæla fótbólt, har eitt felag vísir honum stóran áhuga og er til reiðar at rinda fitt av pengum.
Tað er DC United, sum sambært Sky Sports er sinnað at leggja 100 milliónir krónur á borðið fyri 32 ára gamla áleyparan, sum eftir metgóð ár í Manchester United skifti heimaftur til Everton síðsta summar.
DC United flytur 14. juli inn á nýggjan og stásiligan leikvøll, Audi Field, mitt í amerikanska høvuðsstaðnum, og felagið dúvar upp á at hava stóra navnið, Wayne Rooney, við til innflytingarveitsluna.
- Avtalan er als ikki komin í hús enn, men sjálvsagt er tað áhugi frá okkara síðu, váttaði DC United-venjarin, Ben Olson, tá ið TMZ prátaði við hann á Ronald Reagan Washington National Airport í gjár.
Everton-venjarin, Sam Allardyce, váttar fyri The Guardian, at Rooney er í samráðingum við DC United, men sigur, at tað verður høvuðseigarin í felagnum, Farhad Moshiri, sum tekur avgerðina.