Ein bólkur av ferðafólki mátti finna seg í at bíða hálvan annan tíma í floghavnini í Seattle, tí ein rotta hevði sníkt seg umborð á eitt Boeing 737 hjá Alaska Airlines. Hvussu rottan er sloppin umborð á flogfarið, sum skuldi flúgva frá Seattle til Denver, er ilt at siga, men bæði starvsfólk og ferðafólk máttu bíða í hálvan annan tíma fyri at sleppa við einum øðrum flogfari hjá Alaska Airlines.
Ein talsmaður hjá felagnum, Bobbie Egan, sigur við msnbc, at flogfarið skal kannast til botns um rottan hevur gnagað leidningar á hol, áðrenn tað verður sett í rutu aftur.
Alaska Airlines hevur eisini kravt eina kanning av, hvussu rottan er komin umborð á flogfarið.
- Tá kølið er, hava gnagarir tað fyri at leita sær lívd á mest undarligu støðunum, sigur Bobbie Egan.