Roy Keane: Reyða kortið í lagi

Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United, Roy Keane, heldur at reyða kortið er í ordan, sum Nani fekk í kvøld.

 

Roy Keane er í hesum døgum viðmerkjari hjá ensku rásini, ITV. Hann var ein av trimum viðmerkjarum til dystin í kvøld millum Manchester United og Real Madrid. Mest umtalaða hendingin í dystinum kom tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá Manchester United vongurin, Nani, fekk beinleiðis reytt kort.

 

- Reyða kortið kann verjast, tí talan er um farligt spæl, sigur Roy Keane millum annað við ITV.

 

Hinir báðir viðmerkjarnir, Lee Dixson og Gareth Southgate, hildu hinvegin, at tað helst ikki skuldi verið reytt kort.

 

Sambært ítróttarskrivaranum, Gabriele Marcotti, hevur José Mourinho, venjari hjá Real Madrid, sagt við Sky Italia:

 

- Tað var dómarin, sum tók avgerðina. Tað kundi verið gult kort. Tað kundi verið reytt kort. Mær nýtist ikki at koma við eini umbering.

 

Við ITV segði hann:

 

- Besta liðið tapti. Vit vóru ikki góðir í dag. Sæð burtur frá reyða kortinum, so tapti betra liðið.

 

Heldur tú at talan var um reytt kort til Nani, og hevði tað avgerandi týdning fyri útfallið av dystinum?