Royndur verjuspælari til ÍF

ÍF hevur í dag fingið tilgongd av roynda miðverjanum Jens Joensen

Jens Joensen hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020. 30 ára gamli verjuskansin úr Runavík hevur frá 2008 til 2018 spælt 214 dystir og skotið 13 mál í Betrideildini fyri NSÍ, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Jens Joensen var við til at vinna løgmanssteypið við NSÍ í 2017, og í 2018 varð hann valdur til ársins spælara í felagnum. Hann hevur í fjør spælt við næstbesta liðnum hjá KÍ, sum vann 1.deild.

ÍF skrivaði fyri kortum undir við Dánjal á Lakjuni, sum annars hevur tikið ein steðg frá fótbólti í seinnu hálvu í fjør.