Roynir at framleiða ein nýggjan sannleika

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
--------------

Nú má Høgni Hoydal halda uppat við at lúgva um Stjórnarskipanaruppskotið

Umaftur og umaftur sigur Høgni Hoydal, at full semja var um stjórnarskipanaruppskotið fyri einum ári síðani. Hetta sigur hann í løgtinginum og hetta sigur hann í fjølmiðlunum, hóast hann fullvæl veit, at veruleikin er ein annar.

Skrivaði sjálvur undir
Nevndin, sum fyri einum ári síðani legði uppskot fyri tingið um stjórnarskipan, hevði til uppgávu at gera EITT uppskot, sum síðani skuldi fáa vanliga tingviðgerð, áðrenn tað fór til fólkaatkvøðu. Boðini vóru, at tað bar ikki til at gera minnilutaálit. Vit skuldu finna semju um EINA orðing. Men vit vistu allir í nevndini (eisini Høgni Hoydal), at vit vóru ikki samdir um alt. Tí varð skrivað í viðmerkingunum til uppskotið: ”Hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum.”
Ein av teimum sum skrivaði undir uppskotið (og tískil eisini hesa orðingina) var Høgni Hoydal.
Undir viðgerðini av uppskotinum, fyri einum ári síðani, nevndi eg millum annað, at tað fór av verða neyðugt at skriva inn í lógina, hvar hon skuldi standa í mun til aðrar lógir, og at tað eisini fór at verða neyðugt at definera, hvar vit stóðu sum samfelag (í mun til ríkisfelagsskapin). Hetta var alt greitt longu fyri einum ári síðani.

Hevur brúk fyri lygnini
Høgni Hoydal kann tíverri ikki brúka henda veruleikan til nakað. Hann hevur brúk fyri at kunna siga, at meirilutin í nevndini er boygnaður fyri trýsti úr Danmark. Og hetta er tað, sum nú verður endurtikið og endurtikið.
Eg royndi at gera vart við hetta, tá stjórnarskipanaruppskotið varð til 2. viðgerð, mánadagin, men tað var sum at sletta vatn á gás, og nú hoyra vit somu ósonnu søguna umaftur í Útvarpinum.
Nei tað er hvørki ríkisfundurin í Skagen, Føroya-vitjanin hjá Løkke, ella eitt notat frá danska løgmálaráðharranum, sum hevur flutt stjórnarskipanarnevndina. Vit vistu longu fyri einum ári síðani, hvørjar orðingar máttu broytast.

Jákup Mikkelsen vil sleppa at slaka
Ein av teimum, sum á tingfundinum, mánadagin, vildi hava málið aftur í nevnd, var Jákup Mikkelsen. Hann segði henda dagin í tinginum, at Sambandsflokkurin hevði slakað mest undir nevndarviðgerðini. Um hann veruliga meinar tað, so gangi eg út frá, at hann eisini heldur, at túrurin nú er komin til onkran annan at slaka, nú hann sigur seg vilja sleppa at ”mýkja støðuna”. Og sjálvandi – er tað tað hann vil, so skal hann vera vælkomin at slaka meira. Men mín støða er framvegis tann sama, sum hon var fyri einum ári síðani, tá nevndin var samd um nógv, men ikki alt.