Óroynt badmintonlandslið

Føroyska badmintonlandsliðið, ið skal kappast á Gotlandi, er tað mest óroynda, ið nakrantíð hevur umboðað føroysku litirnar á oyggjaleikunum

Bert tvær ferðir hevur tað eydnast føroyskum badmintonleikarum at vinna heiðursmerki á oyggjaleikunum. Tá ið oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, vunnu teir báðir, Jákup Midjord og Heðin Joensen, bronsuheiðursmerki í tvímansleiki, og á seinastu oyggjaleikunum vann Jákup Midjord bronsumerki í einmansleiki. Tey, sum hava við føroyskt badminton at gera, meta, at tað verður trupult hjá føroyingum at vinna nakað heiðursmerki í badminton hesaferð. Einasta veruliga føroyska evni til at vinna sær eitt heiðursmerki, man vera trífaldi føroyameistarin Erland Poulsen. Tó kann Ingun Hansen eisini gera seg galdandi hjá kvinnunum.


Royndirnar eru fáar

Ikki kann sigast, at tað er eitt roynt føroyskt landslið, ið skal taka lut í badmintonkappingini á Gotlandi. Bert tveir av luttakarunum, Erland Poulsen og Ingun Hansen, hava áður tikið lut á oyggjaleikunum, meðan allir hinir føroysku badmintonleikararnir skulu í eldin fyri fyrstu ferð.

Fleiri av teimum royndaru leikarunum nógvu seinastu árini eru ikki við í ár, og ikki kann sigast annað, enn at tað er eitt nýtt ættarlið av føroyskum badmintonleikarum, sum fer til Gotlands. Nøvn sum Heðin Joensen, Jákup Midjord, Gunnar Gregoriussen og Annika Berg hava í mong ár verið tær berandi kreftirnar innan føroyskt badminton, men hesi hava nú latið yngri kreftir taka yvir. Ikki tí, Heðin Joensen er formaður í Badmintonsambandi Føroya, meðan Gunnar Gregoriussen er landsliðsvenjari.


Guðrun vantar

Fyri bert fáum vikum síðani bleiv føroyska badmintonlandsliðið skert, tá ið føroyameistarin í einmansleiki og tvímansleiki hjá kvinnum, Guðrun Jacobsen, fekk ein skaða, ið forðar henni í at taka lut á Gotlandi. Guðrun hevur helst verið fremsti føroyski kvinnuligi badmintonleikarin í nøkur ár nú, og saknurin í henni verður stórur.

Óhappið hjá Guðrun hendi, tá ið hon var til endaliga próvtøku í ítrótti á Føroya Læraraskúla. Hon spældi flogbólt, men var áhaldsin og beklaði, og fóturin meiddist illa. Boðini frá lækananum vóru, at hon møguliga kundi gerast klár til oyggjaleikirnar, men tað var óvist. Síðani bleiv avgjørt, at tað var ov ótrygt at satsa upp á, at Guðrun gjørdist klár, og tískil bleiv ein annar leikari úttikin í hennara stað. Sjálv sigur Guðrun, at tað er ógvuliga ringt at sita eftir, nú øll fara avstað til Gotlands, men tað er tó einki at gera við tað.

Um møguleikarnar hjá føroysku badmintonleikarunum sigur Guðrun, at tað fyrst og fremst eru Erland og Ingun, sum kunnu gera seg galdandi. Tó leggur hon aftrat, at hevur Ragnar Rasmussen ein góðan dag, so kann eisini okkurt gott spyrjast burturúr har.