Ársúrslitið hjá Føroya Tele hálverað

Nettoúrslitið fyri 2006 var 27,2 milliónir krónur. Hetta eru 22,9 milliónir minni enn í fjør Aðalfundur hevur verið í partafelagnum Føroya Tele, har ársroknskapurin fyri 2006 varð lagdur fram og góðkendur, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi sent miðlunum.

Ársúrslitið varð 27,2 milliónir krónur eftir at 6 milliónir krónur eru settar av til skatt. Hetta er væl lægri enn í 2005, tá ið úrslitið varð 50,1 milliónir krónur.

- Ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið er lægri, eru ikki afturvendandi kostnaðir áljóðandi 19,4 milliónir krónur. Talan er um niðurskriving av íløgum umframt 100 ára dagurin hjá Føroya Tele. Úrslitið verður mett at vera nøktandi, men felagið roknar við einum betri úrslitið í ár enn í 2006, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Í sama tíðindaskrivi stendur, at nettosølan hjá samtakinum var 323,4 milliónir krónur, sum er hægri samanborið við 2005, tá ið nettosølan var 307,2 milliónir krónur. Vøksturin stavar frá øktari nettosølu av farfjarskifti, breiðbandi og frá Televarpinum.

Á aðalfundinum varð somuleiðis avgjørt, at 31 milliónir krónur verða útgoldnar partaeigaranum, sum er Føroya Landsstýri, sum vinningsbýti. Eginpeningurin í felagnum var 327,1 mió. kr. við árslok 2006.