Chelsea og Aston Villa leiktu ein dyst í Premier League í dag, sum fer at liva leingi í minninum hjá viðhaldsfólkunum. 4-4 vísti máltalvan. Aston Villa byrjaði betur. Shaun Maloney legði Villa á odda eftir 14 minuttir. Sami Maloney økti til 2-0 í 44. minutti. Men beint áðrenn hálvleik fekk Chelsea brotsspark, sum Andrey Shevchenko setti í netið. Í 2. hálvleiki tók Chelsea meiri yvir. Shevchenko javnaði til 2-2 eftir 50 minuttir, og í 66. minutti legði Rodrigo Alex Chelsea á odda. Men 6 minuttir seinni javnaði danski Martin Laursen til 3-3. Týski Michael Ballack legði Chelsea fram um aftur, við einum vøkrum frísparki í 88. minutti, og tá mundi tey flestu halda, at Chelsea enn einaferð hevði vunnið sær 3 stig á heimavølli. Men í yvirtíðini fekk Villa brotsspark, sum Gareth Barry setti í netið til endaliga úrslitið 4-4. Manchester United og Arsenal kunnu nú leggja Chelsea væl aftur um seg, um tey vinna á Sunderland og Portsmouth seinni í dag. West Ham og Reading deildu eisini stigini á Upton Park. Nolberto Solano legði Hammers á odda eftir 42. minuttir. Hóast West Ham vóru 11 ímóti 10 í ein heilan tíma, so eydnaðist tað Reading at javna eftir 60 minuttir. Dave Kitson skoraði fyri Reading. Tottenham gav Fulham ein lúsing uppá 5-1. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Roy Keane og Tom Huddlestone skoraðu tvey mál í part, meðan Jermain Defoe skoraði tað fimta málið. Clint Dempsey skoraði fyri Fulham.