Ársins nýbyrjari í USA

Danin Philip Lund, sum hevur roynt seg tvær ferðir í B36, er just kosin ársins nýbyrjari í amerikanskum innandura fótbólti.

 

Philip Lund vann FM við B36 í 2015, og var aftur í felagnum í 2017, men báðu ferðirnar var hannn nógv darvaður av skaðum. Tey bæði kappingarárini spældi hann 20 dystir tilsamans og skoraði seks mál.

 

Í heyst fekk hann so møguleikan at royna seg í innandura fótbólti í USA. Spælt verður á graslíkisvølli, sjey mans á hvørjum liði.

 

Philip Lund hevur spælt allar 22 dystirnar hjá Tacoma Stars í ár og hevur skorað 17 mál.

 

- Tað er eitt sindur løgið at verða kosin ársins nýbyrjarði 28 ára gamal, men hetta er jú mítt fyrsta kappingarár í innandura fótbólti, sigur Philip Lund sjálvur.