Fýra Manchester United leikarar eru á ársins liðið, sum PFA hevur valt. Liðið telur eisini tríggjar Arsenal leikarar og ein Chelsea leikara. Professional Footballers´ Association(PFA) velur hvørt ár bestu leikararnar í enskum fótbólti, umframt eitt ársins lið. Í gjár varð liðið kunngjørt á einum galladøgura.
Ársins Premier League lið: Van Der Sar (Man Utd), Sagna (Arsenal), Cole (Chelsea), Vidic (Man Utd), Kompany (Man City), Nani (Man Utd), Nasri (Arsenal), Wilshere (Arsenal), Bale (Tottenham), Tevez (Man City), Berbatov (Man Utd).
Eisini bestu leikararnir vóru kosnir. Í ár fall valið á 21-ára gamla Tottenham leikaran og walisan, Gareth Bale. Hann er samstundis fjórði walisin, ið fær heiðurin eftir Ian Rush, Mark Hughes og Ryan Giggs. Næstur honum kom Samir Nasri hjá Arsenal og á triðja plássi, Carlos Tevez hjá Manchester City.
Á endaliga listanum í ár vóru:
PFA Player of the Year:
Charlie Adam (Blackpool); Gareth Bale (Tottenham); Samir Nasri (Arsenal); Scott Parker (West Ham); Carlos Tevez (Manchester City); Rafael van der Vaart (Tottenham); Nemanja Vidic (Manchester United)
Eisini ársins stjørnuskot verður kosið. Hendan heiðurin fekk Arsenal miðvallarin Jack Wilshere. Hann hevur umframt at spæla fast á Arsenal miðvøllinum, eisini vunnið sær pláss á enska landsliðnum.
Á endaliga listanum vóru:
PFA Young Player of the Year:
Gareth Bale (Tottenham); Seamus Coleman (Everton); Joe Hart (Manchester City) Javier Hernández (Manchester United); Nani (Manchester United); Samir Nasri (Arsenal); Jack Wilshere (Arsenal)
Hvat er títt boð upp á ársins lið, leikara og stjørnuskot í Premier League í ár?