Ársins toppskjúttar og ársins áleyparar

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyri løturnar, tá áleypararnir, Milja Simonsen (HB) og Klæmint Olsen fingu tveir heiðrar í part

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løturnar, tá áleypararnir, Milja Simonsen (HB) og Klæmint Olsen (NSÍ) fingu tveir heiðrar.

 

Bæði gjørdust tey toppskjúttar, og hartil vóru tey bæði vald av umboðum fyri síni mótstøðulið og umboðum fyri miðlarnar at verða ársins áleyparar.

 

Hoyr prátini André Olsen gjørdi við Milju Simonsen og Klæmint Olsen, bæði tá tey vóru heiðrað fyrru ferð og seinnu ferð.

 

Milja Simonsen heldur, at hon hevur ment seg, og er blivin sterkari. Klæmint Olsen er eyðmjúkur, sum altíð, og gevur sínum liðfeløgum heiðurin fyri, at tað gongst honum so væl, sum áleypari.