Fótbóltur
Við mongu málunum hevur Keane enn einaferð staðfest, at hann stórtrívist í Tottenham. Líkamikið hvar Keane hevur spælt, hevur hann altíð verið ein hóttan. Tottenham tykist tó at vera einasta felagið, har Keane vísir seg sum ein støðugt vandamiklan áleypara.
Fyrsta ferðin, at Keane beyt frá sær, var í august 1997, tá hann sum 17 ára gamal spældi sín fyrsta dyst sum yrkisleikari, og skoraði tvær ferðir fyri Wolves í móti Norwich í næstbestu ensku deildini.
Longu árið eftir var Keane toppskjútti felagsins. Áhugin fyri lítla írska áleyparanum vaks alsamt, og 1999 skifti hann til Coventry í bestu ensku fótbóltsdeildini.
Eisini her gjørdist talan um ein øgiliga byrjan. Tvey mál í fyrsta dystinum og 12 mál tilsamans í Premier League høvdu við sær, at áhugin fyri írska landsliðsleikaranum var øgiligur.
Tað var greitt, at næsta felagið hjá Keane fór at vera eitt stórfelag, men at tað gjørdist italska Inter, høvdu tey allarfægstu roknað við.
Í Italia gekk á ongan hátt eftir vild hjá Keane, sum tískil var meiri enn nøgdur við at verða útleigaður til Leeds í ensku Premier League. Hann kvitteraði við at skora níggju mál í tilsamans 18 dystum, og síðani keypti Leeds hann leysan av italska sáttmálanum.
Keane megnaði ikki at kappast við Fowler, Viduka og Smith árið eftir, og sat tí í ógvuliga stóran mun á beinkinum.
Í so máta kom tað ógvuliga væl við, at Leeds fekk stórar fíggjarligar trupulleikar, og í 2002 tók hann av einum tilboð frá Tottenham og segði nei takk til Sundarland.
Her skúgvaði hann skjótt allar kappingarneytarnar av vegnum, og næstu seks kappingárini spældi Keane tilsamans 254 dystir og skoraði 107 mál.
Keane er eisini fyrsti leikarin, ið var kosin ársins leikari tríggjar ferðir í Tottenham, umframt at hann sum tann einasti leikarin í søgu felagsins hevur skorað omanfyri tíggju mál í Premier League seks kappingárár á rað.
Keane og Kerr í Føroyum
Tað var eisini undir góðu gondini í Tottenham – afturi í oktober í 2004 – at Keane vitjaði í Føroyum saman við Brian Kerr, ið var írskur landsliðsvenjari tá. Her skeyt Keane bæði málini í sigrinum á Føroyum.
Hesi mál høvdu við sær, at Keane yvirhálaði Niall Quinn og gjørdist mest skorandi írski landsliðsleikarin.
Marrukendur dreymur
Eftir seks góð og støðug ár í Tottenham tryggjaði Liverpool sær undirskriftina hjá lítla íranum.
Skiftið var ein dreymur, staðfesti Keane, men tilveran í Liverpool gjørdist meira marrukend enn nakað annað, og eftir eitt hálvt ár í dreymalandi gekk leiðin aftur til Tottenham.
Keane kom í helvt
Her er hann nú farin undir sítt níggjunda kappingarár. Undan vikuskiftinum hevði Keane skorað einaferð, men ímóti Burnley og danska Brian Jensen, kundi eingin steðga honum.
Talan gjørdist um ein sannførandi 5-0 sigur, har Keane gjørdi fyrsta málið við at seta brotsspark í netið. Í næsta málinum hjá Tottenham átti hann stóran lut í upplegginum, og millum 74. og 87. minutt setti arbeiðssami írin bóltin í kassan tríggjar ferðir aftrat.
Og hyggja vit at hagtølunum, skorar Keane minst fimm mál aftrat í ár, tí enn hevur Keane ongantíð skorað undir tíggju mál í einum heilum kappingaárið fyri Tottenham.