Úrslitið er nøktandi

Vit spæla 0-0, og tað er nøktandi. B68 fær ein mann útvístan, men hóast tað, so haldi eg, at vit skulu vera nøgdir.

Tað sigur Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymur. Heðin Askham, venjari, segði undan dystinum, at hann var nøgdur, um sundalagsmenn fekk javnt á Svangaskarði í kvøld. Úrslitið var 0-0. Egil á Bø heldur, at tað var mest umráðandi, at EB/Streymi ikki tapti, hóast toftamenn spældu við 10 monnum seinastu løtuna.

 

Vit vóru nærri sigrinum, men vit skulu ikki vera vónbrotnir, sigur Egil á Bø.

 

Tórður Thomsen, málverji hjá B68, er eisini nøgdur við úrslitið.

 

- Tað er altíð torført at spæla við 10 monnum móti EB/Streymi, líka mikið, um tú spælir á heimavølli ella útivølli. Vit eru nøgdir, sigur Tórður Thomsen.