Blómuhandilin Árstíðirnar hevur nú 25 ár á baki. Tað er Brynhild Gaard Joensen, sum eigur og rekur Árstíðirnar.
Brynhild er útbúgvin sjúkrahjálpari og arbeiddi hjá andveikraforsorgini, áðrenn hon byrjaði sum sjálvstøðug handilskvinna. Henni hevur altíð dámt væl at fáast við blómur og blómuprýði og tók tí avgerð at læta upp egnan blómuhandil í J.C. Svabosgøtu.
Brynhild sigur, at tá hon byrjaði í 1982, vóru fýra aðrir blómuhandlar í Havn: Flora við Hoydalsvegin, Gongin í Gongini, Trónd Hansen á Áarvegnum, og Blomsturbrá í Bøgøtu. Eingin av hesum blómuhandlum eru til meira, so nú er Árstíðirnar elsti blómuhandil í býnum. Umframt Árstíðirnar eru í dag Akkuleyga í N.Finsengøtu og Fípan í SMS.
Í dag starvast fimm fólk hjá Árstíðunum. Eisini hava fleiri lært til blómubindara har.
mg