Vesturheimurin blandar seg alsamt meira í stríðið í Ukraina, sigur Marija Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið.
Í eini fráboðan, sum russiska tíðindastovan Tass endurgevur, sigur hon, at lond, sum lata flogfør og tyrlur til Ukraina, økja teirra uppíblanding í stríðið.
Hon nevnir serliga Holland, Danmark og Noreg, sum øll hava lovað Ukraina F-16 flogfør.
Eisini Svøríki og Kekkia verða nevnd.
– Kekkiski herurin ætlar at senda russisk-framleidd Mi-24-B tyrlur til Kyiv, eftir at tey hava fingið amerikanskar tyrlur. Í síðstu viku kom fram, eftir biddaratúr hjá Zelenskyj til evropisk lond, teirra millum Holland, Danmark , Noreg og Svøríki, tíðindi um, at londini vilja lata Kyiv F-16 flogfør, sigur hon.
Zelenskyj er ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj.
– Øll hesi stig vátta fíggindaligu støðuna hjá Vesturheiminum mótvegis Russlandi og teirra vaksandi uppíblanding í stríðið kring Ukraina.
Hon sigur víðari, at tað »nýnazistiska stýrið«, sum Russland kallar ukrainsku leiðsluna, roynir at órógva »sponsorarnar í Vesturheiminum frá trupulleikum, sum Ukraina hevur á hermótinum«, herundir miseyndaða sonevnda offensivin«, viat leypa á sivil mál í Russlandi.
Talskvinnan leggur ikki upp til, at tað eru glottar at hóma, tá tað snýr seg um møguleikarnar fyri at steðga krígnum.
Russland kallar enn kríggið fyri »eitt serligt hernaðarligt átak«.
Og málið hjá Russlandi er framvegis, sigur hon sambært Tass, at »avmilitarisera og avnazifisera« Ukraina og beina burtur hóttanir ímóti trygd Russlands.
Russland leyp á Ukraina 24. februar í 2022 og boðaði tá frá, at Ukraina er leitt av nýnazistum, sum skulu beinast burtur.
/ritzau/