Rudda fyri 50 metra hyli

Nú verður arbeiðið við nýggjum 50 metra svimjihyli á Oyrunum í Vági meira sjónligt, tí nú vil tekniska deild hjá Vágs kommunu hava umráðið ruddað.

Kommunan heitir á øll, sum eiga eitthvørt á økinum eystan fyri elverkið hjá SEV, um at beina hettar burtur í seinasta lagi fríggjadagin í næstu viku, 21. oktober.

Ruddingararbeiðið skal gerast í sambandi við bygging av svimjihøll, og sagt verður, at tað, sum ikki er ruddað upp innan ásettu freistina, verður beint burtur fyri eigarans rokning.

Svimjihylurin á Oyrunum verður ein 50 metra svimjihylur við atknýttum síðubygningi, har allir hentleikar eru, so talan verður um eina sokallaða multihøll.

Umframt at vera ein altjóða elitu-depil til svimjing, skal multihøllin eisini vera ein vælveru-depil fyri alt landið.