Nakrir menn úr Japan, Suðurkorea, Fraklandi, Italia og Eysturríki hava átikið sær at rudda á heimsins hæøgsta fjalli, Mount Everest. Arbeiðið er sjálvboðið, so menninir noyðast at gjalda ferðina sjálvir.
Mount Everest verður ofta umrøtt sum heimsins størsta ruskpláss. Han Wang-Young úr Suðurkorea, sum stendur fyri ferðini, sigur við AP, at bara nepalsku megin fjallið eru umleið 50 tons av ymsum burturkasti, sum menn hava lagt eftir seg, tá teir hava ferðast niðan og oman fjallið. Hann sigur, at hann og hinir ætla sær at rudda tey ovastu ruskplássini fyrst, og at ætlanin er at bygja í einari legu, sum er í 8.000 metra hædd. Sambært Han Wong-Young líkist hetta plássið einum veruligum ruskplássi, har menn hava lagt alskyns útgerð og annað eftir seg.
Síðani menn settu fótin á Mount Everest á fyrsta sinni, hava fleiri latið lív í royndini at røkka tindinum, og Han Wong-Young sigur, at teir ætla at vita, um tað ber til at fáa nøkur av líkunum oman av fjallinum. Sjálvur var Han Wong-Young uppi á Mount Everest í 1995.