Ruddilig staðfesting av oddastøðuni

Meistaraheitið er nærri enn nakrantíð áður, eftir at EB/Streymur so ruddiliga staðfesti sína støðu sum oddalið sunnudagin, og runavíkingar mugu nokk ásanna, at tað neyvan verður í ár, at teir fáa sítt fyrsta FM-gull

Tað er støðan eftir ferðmikla dystinum á Mølini í gjár. EB/Streymur spældi ein einastandandi góðan dyst, og fekk fýra mál við fýra ymsu málskjúttum, og tað í sjálvum sær er ein lítil staðfesting av, hvussu væl EB/Streyma-kollektivið riggar í løtuni.
Runavíkingar kunnu hinvegin ikki vera nøgdir við dystin. Teir vóru langt frá sannførandi og tóktist tað sum um, at teir høvdu gloymt bæði hugflog og stríðsviljan eftir við Løkin í Runavík.

Heppið men uppborið mál
EB/Streymur vísti beinanvegin viðhaldsfólkunum, at teir vóru komnir á vøllin við tí í hyggju at vinna dystin.
Arnbjørn Hansen var vælupplagdur og gav hann runavíkingum tvær ávaringar tíðliga í dystinum, tá hann staddur ein hálvan metur frá stongini móttók bóltin frá Hans Paula Samuelsen, snaraði sær á og skeyt framvið málinum.
Lítla løtu seinni spælir Bárður Olsen Arnbjørn Hansen leysan, men Jens Martin Knudsen kom væl út og tók skotið frá kollfirðinginum.
Talan var eina ógvuliga lívliga byrjan, har EB/Streymur spældi seg fram til fleiri møguleikar, meðan tað var longri millum vitjanirnar hjá runavíkingum í brotsteiginum hjá René Tórgarð.
Tá fyrra hálvleikur er gott og væl hálvrunnin, vísti Christian Høgni nakað av tí, vit vita hann dugir.
Í einum álopi royna bæði Sorin Anghel og Marni Djurhuus at taka bóltin frá honum, men Christian Høgni Jacobsen bæði krúllar og snarar, áðrenn hann leggur út til Andy Olsen, sum finnur Sonni L. Petersen, ið smekkar bóltin upp um.
Seinastu løtuna undan steðginum kemur EB/Streymur fram til fleiri góðar møguleikar, men hvørki Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen ella Arnbjørn Hansen hava eydnuna við sær í sínum royndum.
Men høvdu teir ikki eydnuna við sær, so var Ronnie Samuelsen sanniliga heppin, tá hann royndi seg úti frá í yvirtíðini av fyrra hálvleiki.
EB/Streymur er í álopi og NSÍ ruddar burtur. Ronnie Samuelsen fangar leysa bóltin, og úr 25 metrum buldrar hann til. Skotið tekur í økslina á einum NSÍ-ara og snýtir Jens Martin Knudsen fullkomiliga, og soleiðis endar langskotið frá Ronnie Samuelsen mitt í málinum, meðan Jens Martin Knudsen sitandi kann staðfesta, at hansara menn fóru aftur um beint fyri hálvleik.
Eitt ógvuliga heppið, men samstundis eisini uppiborið mál til EB/Streym.

Avgerandi útvísing
Seinni hálvleikur var bara fimm minuttir gamal, tá Arnbjørn Hansen sleppur leysur móti málinum. Men áðrenn hann sleppur at skjóta, verður hann fýrdur um koll av Pól Thorsteinsson. Ein neyðbremsa frá suðuroyinginum, og tað kostaði honum reyða kortið.
Frísparkið tók John Heri Dam sær av, og snildisliga lyfti hann bóltin upp um múrin og í málið. 2-0 til EB/Streym og fyrsta málið hjá John Hera Dam í blá-svarta búnanum var ein veruleiki.
Útvísingin var ógvuliga avgerandi fyri dystin, tí ikki bara kostaði hon NSÍ ein leikara, men eisini eitt mál, og so var trupult at koma aftur í aftur í dystinum.
Runavíkingar fingu tó onkrar kjansir, og eitt lítið korter inn í seinna hálvleik eru teir nær við, tá Brynjálvur Nielsen smekkar eitt fríspark á stongina.
EB/Streymur hevði eisini sínar kjansir, og tveir teirra raktu málið tað, ið eftir var av dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fær John Heri Dam fríspark í vinstru síðu. Bárður Olsen leggur inn fyri, og við handaru stong er Arnbjørn Hansen hægstur og stútar í netið.
Í hinum endanum var roynir Christian Høgni Jacobsen seg, men René Tórgarð fær akkurát vart bóltin út á stólpan.
Stutt fyri leiklok fær NSÍ ein síðsta møguleika fyri at skora. EB/Streymur var klárt betra liðið, men runavíkingar høvdu hóast alt rakt stongina tvær ferðir seinastu løtuna. Tí var tað ikki óuppiborið, at teir umsíðir fingu bóltin í netið. Bogi Løkin fer upp í vinstru síðu, og við einum frágera góðum bólti finnur hann Jústines R. Hansen, sum ikki stórar trupulleikar við at stúta bóltin í netið.
Soleiðis minkaði NSÍ um munin, men EB/Streymakrútið var tó ikki heilt uppbrúkt enn, tí í yvirtíðini fær innskifti Teitur Joensen beint bóltin í netið, eftir upplegg frá Bárði Olsen.

Sannførandi sundalagsmenn
Tað var ongantíð tann allar minsti ivi um sigurin á Mølini í dag. EB/Streymur leikti ein frágera góðan dyst, meðan runavíkingar høvdu tað sera trupult við einum manni í undirluta.
Heimaliðið hevði eitt ótal av møguleikum, men bara fýra av royndunum endaðu í netinum. Hetta er tó meiri enn nokk fyri fólkið í Sundalagnum, sum framman undan dystinum høvdu verið ovurfegin um ein tepran 1-0 sigur.
Við sigrinum sunnudagin er fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins nærri enn nakrantíð áður, meðan runavíkingar nú mugu ásanna, at teirra møguleikar at vinna gull í ár helst eru farnir.