Í dag sendi Rumenia upp tvey jagaraflogfør, tí ein russisk drona var komin inn í rumenskt loftrúm.
- Hetta hendi í einum russiskum álopi á undirstøðukervið í Ukraina, nær markinum til Rumenia, upplýsir rumenska verjumálaráðið.
Rumenia er limur bæði í ES og Nato og hevur eitt 650 kilometra langt mark móti Ukraina.
Tað er fleiri ferðir hent, síðan Russland leyp á Ukraina, at leivdir frá russiskum dronum eru dotnar niður í rumenskum øki.
Í dag sendi Rumenia so upp tvey F-16 jagaraflogfør, eins og ibúgvar í Tulcea-fylkinum, nærindis Donau, vórðu bidnir um at søkja sær skjól.
- Dronan kom ikki inn yvir bygt øki og var ikki til vanda fyri íbúgvarnar, sigur rumenska verjumálaráðið, og tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur.