Fimm runavíkingar vóru á vøllinum, tá ÍF og B68 hittust í Fuglafirði í gjár. Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Debes Danielsen, Pól Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mortensen hava allir sína fótbóltsuppaling í NSÍ. Har afturat hevur Alexander Jovevic spælt við føroyameistarunum úr Runavík. Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, tí NSÍ klárar í hesum døgum illa at hava fullan bonk til landskappingardystir!