Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð í ár hava runavíkingar vunnið á heimavølli. At talan so eisini gjørdist um ein sannførandi 5-1 sigur, hava tey í kommununi helst einki ímóti, og tá mótstøðuliðið so eisini vóru kontra-serfrøðingarnir úr Vági, gerst úrslitið á ongan hátt verri.
Vandamikil kontra
Dysturin byrjaði nærum soleiðis, sum roknast kundi við. Nógvi vindurin darvaði tó spælinum, men tað var fyri tað nógva NSÍ, sum royndi at leggja trýst á.
Og hetta tóktist eisini at hóva gestunum væl. Teir lógu aftarliga á vøllinum, og so dúvaðu teir upp á kontra, har bólturin ofta varð sendir langt niðan á vøllin, har kviku framherjarnir og kantarnir so høvdu til uppgávu at bjóða av.
Nakrar vandastøður stóðust eisini av hesum, og tað eydnaðist eisini vágbingum at leggja seg á odda. Hetta hendi, tá Poul N. Poulsen stútaði innlegg í kassan, og løtu seinni var heilt nær við 2-0, tá drønskot reyk beint á samankomingina.
Fullu saman at enda
Spakuliga vaknaðu runavíkingarnir tó. Teir fingu spælið at hanga betri saman, og so líðandi gjørdist talan eisini um fleiri møguleikar. Men tað skuldi eitt hornaspark til, áðrenn hol kom á. Vágbingar megnaðu ikki at rudda burtur, og eftir fleiri royndir eydnaðist at enda Helga L. Petersen at smekka bóltin í kassan.
Eftir steðgin vóru tað runavíkingarnir, sum stóðu fyri tí nógva. Nú vóru tað teir, sum høvdu vindin undan, og tó at gestirnir stríddust væl, so lá eitt mál afturat til heimaliðið alla tíðina í luftini. Og tá Andy Olsen hegnisliga avgreiddi innlegg úr vinstru, var liðið eisini á sigurskós. Vágbingar megnaðu sjáldan at skapa so øgiliga nógv afturat, og tó at teir áhaldandi stríddust fyri møguleikanum, so tóktist hetta ikki at muna.
Og seinasta korterið fall alt saman. Fyrst slapp Christian Høgni Jacobsen avstað, tá Helgi L. Petersen mest sum tacklaði bóltin til hansara. Minuttin seinni kundi Ike nærum renna beina leið gjøgnum VB-verjuna við bóltinum, áðrenn hann sendi í kassan, og at enda slapp ungi Hjalmar Dalbúð upp í part, tá hann kundi gera sær dælt av mistaki frá Bjarna í VB-málinum.
Við í oddinum
Fyri NSÍ bar sigurin við sær, at teir nú eru um at vera heilt væl við í oddastríðnum. Komandi umfarið bíðar ein trupul útidsystur í Gøtu, har tey ikki halda stigini standa mát við avrikini, og í øllum førum hevur lokal-uppgerðin ongantíð verið nakar lættur dystur hjá NSÍ.
Megna teir at vinna her, so fer tó av álvara at síggja ljóst út. Ikki minst tí hini oddaliðini nú øll stríðast innanhýsis komandi dystirnar, og tað kann geva øðrum møguleika at sleppa framat.
Hjá VB mundi avrikið hinvegin kennast sum eitt slag í andliti. Stóran part av tíðini var avrikið á eini heilt góðari leið, og tað kunnu teir helst vera nøgdir um. Hinvegin kann ikki góðtakast, at liðið soleiðis fór niður við høvdinum seinastu tíðina, og ivaleyst verður tað hetta, sum verður á skránni, tá dysturin skal eftirmetast.