Sambært kommununi hava rottur leingi verið ein avbjóðing fleiri staðni, og skrásetingar av rottufráboðanum vísa, at økið frá Skúlanum við Løkin og út til Toftavatn er serliga hart rakt.
Kommunan vísir á, at rotturnar hava góð kor har við vatni, skjóli og mati úr náttúruni. Harumframt eta tær breyðið og annan matin, sum fólk lata dunnunum og øðrum fuglum.
Tí verður nú heitt á fólk um at lata vera við at geva fuglunum.
– Dunnurnar við Toftavatn hava tað sera gott og finna sjálvar nóg mikið av føði í náttúruni. Tær hava ikki brúk fyri breyðinum, sum fólk hava við, skrivar kommunan.
Runavíkar kommuna upplýsir, at aktingarmenninir javnan fylla rottukassar við eituri og skráseta, hvussu nógv verður etið.
Men so leingi rotturnar hava lætta atgongd til breyð og annað fóður, velja tær tað fram um eitrið.
Kommunan vónar tí, at færri rottur fara at yvirliva veturin, um atgongdin til mat verður minkað.
##med2##
– Tað er trupult at fáa rotturnar í kassarnar at eta eitur, um nógv annað gott og lætt er at fáa, skrivar kommunan.
Sum liður í átakinum eru stórar fyribils plakatir settar upp í økinum.
Kommunan ásannar, at nógv halda tað vera hugnaligt at geva dunnunum, men heitir kortini á fólk um í staðin at njóta ríka fuglalívið við Toftavatn uttan at geva djórunum mat.
– Vit eru greið um, at tað er stór gleði at geva dunnunum, men tíbetur eru tær framvegis stuttligar at hyggja at, tá tær sutla og skvatla í Løkinum, skrivar Runavíkar kommuna.












