Runavíkar kommuna blomstrar

Inntøkurnar eru hækkaðar, nógvar íløgur verða gjørdar í kommununi og fólkatalið er methøgt.

2015 tykist at gerast eitt gott ár fyri Runavíkar kommunu. Inntøkurnar eru hækkaðar, nógvar íløgur verða gjørdar í kommununi og fólkatalið er methøgt. 


Borgarstjórin í kommununi, Magnus Rasmussen skrivar á heimasíðuni hjá kommununi, at skattainntøkurnar eru hægri enn mett. A-skattainntøkan hetta hálva árið er 61,1 millión í mun til 57,1 millión í fjør. Tað er ein vøkstur á fýra milliónir í mun til sama tíðarskeið í fjør.


Síðani vísir borgarstjórin á, at fleiri íløgur verða gjørdar í kommununi í løtuni, harav nakrar av privatum og aðrar av kommununi. Millum teirra er nýggja virkið hjá Bakkafrost, nýggj koblingsstøð hjá SEV, íbúðarbygging til menningartarnað, leiguíbúðarbygging hjá Bústøðum, vatnverkætlan hjá kommununi og liðuggerð av spillivatnaætlanini á Skála.


At enda fegnast borgarstjórin um, at tað ikki einans gongur væl tá hugt verður eftir fíggjartølum og íløgum, men eisini menniskjaliga tilfeingi veksur. Fólkatalið seinasta hálvtannað árið er voksið við umleið 120 borgarum, og er fólkatalið, sambært borgarstjóranum, hægri enn nakrantíð áður, nú 3.840 íbúgvar hava heimstað í Runavíkar kommunu.