Higartil eru tað bert fýra leikarar, sum hava rundað teir hálvt hundrað landsdystirnar. Øssur Hansen, Óli Johannesen, Jens Martin Knudsen og Allan Mørkøre eru einasti leikararnir, sum eru í hesum fína selskapinum, men leygardagin legst væntandi ein afturat.
Gongst alt sum ætlað, so verður talan nevnliga um 50. landsdystin hjá Julian Johnsson, og sjálvur viðgongur hann eisini, at tað hevur nakað at siga persónliga, at hann nú er um at røkka hesum talinum.
- Eg skal ikki siga, at tað er eitt mál í sjálvum sær, men sjálvandi fert tú at hugsa um tað, tá dystirnir gerast nógvir í tali. Ikki soleiðis, at eg í fleiri ár havi hugsað um runda talið, men tá kemur upp dyst nummar 46 og 47 og har á leið, so fert tú av tær sjálvum at hugsa soleiðis. Tá kann man kanska siga, at talan verður um eitt lítið mál á vegnum, heldur hann.
Til stuttleikar kann nevnast, at tá Julian í síni tíð leikti fyrsta landsdystin móti Finnlandi, vóru hann og Allan Joensen úr KÍ landsliðsleikarar nummar 50 hjá Føroyum í altjóða høpi, so runda talið er kanska ikki heilt so fremmant hjá honum.
Metið enn einki mál
Júst fyltur 28 ár kann tað eisini roknast við, at Julian verður tøkur á landsliðnum í nøkur ár framyvir, og tað er nokk ikki heilt óveruligt at tosa um, at skal næsti metmaðurin eftir Óla Johannesen finnast, so verður tað helst Julian Johnsson.
Spurdur hvør hetta eisini er nakað, sum hann hevur hugsað um, ivast Julian tó eitt sindur.
- Tað er klárt, at tað vildi verið nakað serligt, um eg ein dagin kom at standa við landsliðsmetinum, men tað er ikki tað, sum tað snýr seg um nú. Sum landsliðsleikari mást tú bara taka ein dyst í senn, og tann næsti av slagnum er so í Íslandi leygardagin, og har verður ivaleysa mikið at hugsa um.
- Talan er jú um grannauppgerð hjá báðum pørtunum, og eg ivist ikki í, at allir mans fara at gera sítt ítarsta á vøllinum. So mugu vit bara vóna, at tað verður nóg mikið, heldur miðvallarin, sum eftir øllum at døma skal halda rundan dag leygardagin.