Renning
Á fimta sinni varð Mif Top Run hildið leygardagin hin 25. august. Ikki færri enn 41 vælhýrdir rennarar møttu við Statoilstøðina í Kollfjarðadali at royna kreftirnar móti føroysku náttúruni. Teinurin fyri framman var 9,8 kilometrar, mótbrekka mest sum allan vegin.
Hóast veðrið ikki var til vildar, so varð ein glotti klokkan 15, júst tá renningin skuldi byrja. Hesin glotti helt sær til komið var á mál.
Sum sæst í luttakaratalinum er tiltakið eisini væl móttikið. Eftir renningina samlaðust øll í kaffistovuni inn í Sornfelli, har ein kaffi og hugnaprát var á skránni, meðan bíða varð eftir endaliga úrslitinum hjá hvørjum einstøkum.
Mótbrekka
MIF TOP RUN verður fyrsikipað av Mjørkadals Ítróttafelag. Hugskotið til hesa øðrvísi renning, sum byrjar í 75 metra hædd og endar í 680 metrar yvir havinum, er at geva renningini eina serliga uppliving. Henda uppliving er sett saman av teirri avbjóðing, sum tað er at renna útvið 10 kilometrar í mótbrekku og so tað heilt serliga útsýni, ið er á teininum.
Vinnararnir
Í bólki 1 hjá monnum vann Sam Vang úr Bragdinum við tíðini 46m 34s og í bólki 2 hjá monnum vann Regin Zachariasen, eisini úr Bragdinum, við tíðini 46m 55s. Metið hjá Sigurdi Justinussen frá 2005, 45m 02s, bleiv tó ikki sligið hesuferð.
Í bólki 1 hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum við tíðini 53m 43s, sum er 50s betur enn hennara egna met frá 2006. Í bólki 2 hjá kvinnum vann Ann Thomsen við tíðini 1t 01m 12s.