Tá ruskinnsavningin verður umløgd, soleiðis at Vágar verða lagdar saman við Norðureysturoy og Norðurstreymoy, fer tænastan at lækka munandi, heldur ein teirra, sum hevur koyrt ruskbilin í Vágum seinnu tíðina.
?Tað er ikki ætlanin, og tað meta vit heldur ikki fer at verða so, sigur stjórin hjá IRF.
Í fyrsta umfari hevur broytingin av skipanini hjá IRF havt við sær, at annar teirra, sum hevur koyrt innsavningarbilin í Vágum, er sagdur úr starvi. Lagt verður um soleiðis, at bilur kemur um Sundið at savna rusk í Vágum tveir dagar um vikuna. Hinar dagarnar verður so farið í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Bilurin veðru fluttur úr Vágum til at hava støð í Leirvík.
Eyðun Ellingsgaard, ið er tann av innsavnarunum í Vágum, ið ikki er sagdur úr starvi, sigur, at hann metir ikki, at nýggja ætlanin hjá IRF fer at vera á sama tænastustøði, sum tann, ið farið verður frá.
Eitt nú vísir hann á, at teir vanliga hava brúkt seks tímar til hvørja av bygdunum Sørvág og Miðvág. Men eftir nýggju skipanini, skal Sørvágur saman við Gásadali, Bø, Vatnsoyrum og Miðvági klárast við 5,7 tímum.
Sett er eisini upp í uppskotinum, at takast skulu sjey tons av ruski á hesum túrinum.
Men tað fer ikki at bera til, sigur Eyðun Ellingsgaard, tí bilurin klárar bara at lasta hávtfjórða tons. So hann skal tømast minst einaferð á rutuni, og tað tekur út móti teimum tínum at fara úr Vágum til Leirvíkar og koma aftur at savna víðari.
Heldur ikki heldur hann posatalið, IRF hevur sett upp, vera rætt. Og at hvør posin í meðal vigar 10 kg, sigur hann ver alt ov lágt sett.
Stjórin á IRF viðgongur, at bilurin, sum savnar inn í Vágum bara lasta hálvtfjórða tons, og at tað er ov lítið til ta nøgd, hann skal taka. Hetta kemst av, at bilurin er gjørdur til at sleppa runt har, trongt og illa atkomiligt er.
Hinvegin kann tann trupulleikin loysast við einum størri bili ella at seta ein aksil eyka undir bilin. Tað fer so hinvegin aftur at gera tað truplari at koma runt, væntar stjórin.
Eyðun Ellingsgaard vísir á, at eftir nýggju skipanini fer ikki at bera til at taka rusk frá eitt nú virkjum og handlum, fyri ikki at tala um bingjuplássini.
Poul Andrias Joensen, stjóriá IRF ásannar, at skipanin tykist øðrvísi enn tann, sum farið verður frá. Og tað er eisini ætlanin, sigur hann.
Hvussu tíðarætlanin fer at halda, viðgongur hann, at hann ikki kann siga nakað um soleiðis beinanveg.
Men innsavningin í síni heild verður umskipað soleiðis, at tann bilurin, sum skal taka húsarhaldsruskið, skal ikki taka nakað annað. Tískil skuldið verðið væl rúmligari á tíðarætlanini hjá innsavningarbilinum.
Eisini verður broyting gjørd soleiðis, at tað í framtíðini verða tríggir mans við bilinum móti tveimum í dag.
Her verður skipanin í framtíðini tann, at vanligu innsavningarbilarnir skulu bara taka húsarhaldsrusk, og ikki sum fyrr rusk frá handlum og stovnum. Tað skulu aðrir bilar gera, sigur Poul Andrias Joensen.
Skipanin verður tann, at størri bilar hjá IRF fara at koyra runt eftir handilsruski og slíkum, sum latið verður á bingjuplássini. Hesir bilarnir fara eisini at koyra eftir fastlagdari rutu, sigur hann.