Russar hava dripið fýra fólk í Ukraina í nátt

Russar hava lopið á Ukraina í nátt við 619 dronum og 47 rakettum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar á Telegram í morgun, at russar í nátt hava framt stórálop á Ukraina.

 

- Gjøgnum náttina sendu russar 619 dronur og 47 rakettir eftir Ukaina.

 

Hann vísir á, at tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta niður 580 dronur og 30 rakettir.

 

- Fyribils vita vit um, at fýra fólk eru dripin og fleiri enn 30 eru løstað í russisku álopunum í nátt, sigur forsetin.

 

Volodymyr Zelenskyj sigur, at russar hava lopið á Dnipro og aðrar býir í landinum, og álopini vardu alla náttina.

 

Hann sigur, at russiski taktikkurin er broyttur.

 

- Lopið verður á vanliga undirstøðukervið í býunum, íbúðarbygningar, orkuveitingar og vinnulív, leggur forsetin aftrat.