Her sæst ein oyðilagdur íbúðarblokkur í Bakhmut. Meginparturin av býnum er í knúsi. Áður búðu stívliga 70.000 fólk í Bakhmut. Nú eru flestu sivilfólk flýdd. Myndin er tikin hin 26. apríl í ár.

Russar verið fyri stórum tapum í krígnum

- Russar eru ikki longur førir fyri at fremja áleypandi atgerðir í Ukraina, sigur trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, John Kirby.

 

Her sæst ein oyðilagdur íbúðarblokkur í Bakhmut. Meginparturin av býnum er í knúsi. Áður búðu stívliga 70.000 fólk í Bakhmut. Nú eru flestu sivilfólk flýdd. Myndin er tikin hin 26. apríl í ár.

Bara í fimm mánaðir eru 100.000 russiskir hermenn burtur úr krígnum í Ukraina sambært amerikansku fregnartænastuni, 20.000 eru deyðir og 80.000 eru særdir. 

 

Sagt verður um kríggj av slíkum slag sum í Ukraina, at vanliga verða fimm ferðir so nógvir hermenn særdir, sum teir, ið læta lív. 

 

Í viðmerking tll kunningina hjá amerikansku fregnartænstuni sigur norski obertsloytnanturin, Geir Hågen Karlsen, at russar ikki longur eru førir fyri at fremja áleypandi atgerðir í Ukraina.

 

Tað er trygdarráðgevin hjá amerikanska forsetanum, John Kirby, sum er komin við hesum hugvekjandi tølum um gongdina hjá Russlandi í krígnum í Ukraina.

 

Sambært upplýsingunum hava russar verið fyri órógvandi tapum í krígnum í vetur, og tapini eru størri, enn mong høvdu væntað. USA heldur upp á, at 20.000 russiskir hermenn eru deyðir síðan byrjanina av desember síðsta ár. 

 

Umleið helmingurin av tveimum deyðu í hesum tíðarskeiði eru leiguhermenn hjá Wagnar-herliðunum. Amerikanska fregnartænastan heldur eisini, at 80.000 russiskir hermenn eru særdir í hesum tíðarskeiði.

 

Russiskir myndugleikar siga, at hetta eru tøl tikin úr leysari luft.

 

Tað er serliga í oyðilagda býnum, Bakhmut, sum áður var ein ídnaðarbýur við stívliga 70.000 íbúgvum, at tapini hava verið stór. Síðan august í fjør hava russisku herliðini roynt at fingið ræðið yvir býnum, men hetta hevur higartil ikki eydnast.

 

John Kirby sigur, at royndirnar hjá Russland at gera framtøk í Donbas-regiónini um Bakhmut eru miseydnaðar. Hann sigur, at russar hava ikki verið førir fyri at tikið økir, sum veruliga hava strategiskan týdning.

 

Trygdarráðgevin hjá Joe Biden ásannar, at russar hava tikið seg nakað fram í Bakhmut, men hann sigur, at prísurin hevur verið ógvuliga, ógvuliga høgur, og framvegis er ukrainska verjan í regiónini sterk.

 

Norski obertsloytnanturin, Geir Hågen Karlsen, sum hevur fylgt gongdini í krígnum nær, gørdist sjálvur ovfarin av amerikansku útsagnunum um, hvussu stórt mannfall russar hava havt.

 

- Talið av dripnum og løstaðum russiskum hermonnum í hesum tíðarskeiði er størri, enn eg hevði roknað við, sigur hann við Verdens Gang.

Seinastu mánaðirnar hevur hermótið í eystara parti av Ukraina meira og minni verið hitt sama, men talið av falnum hermonnum hjá báðum pørtum hevur verið stórt.

 

##med2##

Í byrjanini av mars segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at landsins hernaðarleiðsla hevði tikið avgerð um, at ukrainsku hermenninir ikki skuldu geva skarvin yvir í  Bakhmut.

 

Hóast Ukraina hevur mist nógv herfólk í býnum, skuldi ukrainski herurin vera verandi her og royna at beina fyri so nógvum russum sum gjørligt.

 

Men, hvat heldur norski obertsloytnanturin um hesa avgerð hjá ukrainska forsetanum - soleiðis reint hernaðarliga og strategiskt?

 

- Jú, tað var ein røtt avgerð - ja, ein kynisk og beinhørð avgerð. Tað kann vera rætt at berjast í einum øki, har fíggindin tekur nógv størri tap enn tíni egnu herlið gera, sigur Geir Hågen Karlsen.

 

 

 

Her sæst ein oyðilagdur íbúðarblokkur í Bakhmut. Meginparturin av býnum er í knúsi. Áður búðu stívliga 70.000 fólk í Bakhmut. Nú eru flestu sivilfólk flýdd. Myndin er tikin hin 26. apríl í ár.

Geir Hågen Karlsen, obertsloytnantur.