Russar stuðla Zakajev

Kekenski varaforsætisráðharrin,

sum situr varðhaldsfongslaður í Danmark eftir kravi frá russisku myndugleikunum, fær nú stuðul úr Russlandi.
Stuðulin kemur ikki frá teimum russisku myndugleikunum, men frá mannarættindafelagsskapum, sum mæla danska løgmálaráðnum frá at útflýggja Zakajev. Í einum brævi, sum varð handað donsku sendistovuni í Moskva, stendur, at Akhmed Zakajev verður uttan iva píndur og síðani avrættaður, verður hann sendur til Russlands.
Millum teirra, sum hava skrivað undir brævið, er Sergeij Kovaljov, sum sjálvur er fyrrverandi politiskur fangi. Hann er í dag limur í russiska tjóðartinginum.