Hetta var annars ætlað at vera tann heilt stóra verkætlanin hjá russiska rúmdarídnaðinum. Phobos Grunt skuldi, sum navnið sigur frá, flúgva til Mars-mánan Fobos, seta eitt lítið far niður á mánan, taka royndir á mánaskorpuni og koma aftur til jørðina við royndunum. Eftir ferðaætlanini skuldi Phobos Grunt koma í ringrás um Mars í oktober næsta ár, og í februar í 2013 skuldi tað lítla farið so fara niður á mánan. Í juli í 2014 skuldi Phobos Grunt so koma aftur á jørðina.
Enn hevur eingin megnað at fullføra eina ætlan sum ta russisku, og tað vóru heldur ikki øll, sum vóru vís í, at tað fór at eydnast. Men at verkætlanin skuldi fáa trupulleikar, longu áðrenn kósin var sett ímóti Mars, kom óvart á sjálvt tey mest ivingarsomu.
Tað var teknikkurin, sum sveik. Rakettin, sum skuldi lyfta Phobos Grunt úr einari innari út í eina ytri ringrás um jørðina og í øðrum umfari út ímóti okkara grannagongustjørnu, sveik longu beint aftan á útskjótingina frá Bajkonur-útskjótingarstøðini í Kasakhstan.
Ferðin av ongum
Harafturat hava trupulleikar verið við samskiftinum við fylgisveinin, og tað hevur millum annað gjørt, at teir russisku teknikararnir vita ikki, um tað er telduskipanin, sum hevur svikið, ella um talan er um eitt maskinbrek.
Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur ikki sagt nakað um brekið við Phobos Grunt, men amerikanskir rúmdaramatørar hava sagt, at teir hava sæð fylgisveinin sveima í ringrás kring jørðina, og at rakettin, sum skuldi senda farið longri út, er føst í farinum enn. Annars tykist tað, sum at alt er heilt, siga teir.
Enn hava teir russisku rúmdarmyndugleikarnir ikki sagt, at teir hava mist vónina um ferðina til Fobos, men nógv bendir á, at Phobos Grunt fer ongan veg ella í hvussu er ikki tann ætlaða vegin. Og tað gevur russum og okkum øðrum aðrar trupulleikar at hugsa um.
Eitrandi brennievni
Nakrir serfrøðingar siga, at Phobos Grunt og rakettin kunnu koma niður ígjøgnum atmosferuna longu tíðliga í desember. Tað eitrandi brennievnið, millum annað evnið hydrazin, sum rakettin skuldi brúka til at lyfta fylgisveinin frá jørðini til Mars, er har enn, og tað hevur fingið fleiri at stúra.
Summi siga, at brennievnið kann vera ein hóttan, tá rakettin kemur aftur ímóti jørðini, men amerikanski granskarin David Warmflash heldur hinvegin ikki, at brennievnið er nakar vandi, tí tað fer at kolast upp í atmosferuni, sigur hann. Sjálvur hevur David Warmflash tætt samband við russisku verkætlanina, tí hann stendur á odda fyri einum granskaraliði, sum hevur royndarútgerð umborð á Phobos Grunt.
Tá russar sendu farið upp, vigaði tað millum 12 og 13 tons, og serfrøðingar eru á einum máli um, at alt fer ikki at kolast upp á ferðini niður ígjøgnum atmosferuna, men endar aftur á jørðini. Men hvar pettini detta niður, nær tey detta niður, veit eingin at siga enn.
MYNDATEKSTIR:
Mynd rúmdarfar:
Tað verður ikki á hesum sinni, at Phobos Grunt kemur so nær Mars-mánanum
Mynd mánin Fobos:
Fobos er tann innari av teimum báðum mánunum hjá gongustjørnuni Mars og er í ringrás knappar 9.400 kilometrar frá gongustjørnuni. Tað var amerikanski stjørnufrøðingurin Asaph Hall, sum fyrstur fekk eygað á Fobos og hin mánan hjá Mars, Deimos. Tað var í 1877.